Vinnumálaráðið
Leita
11. januar
Umboð fyri Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið øðrumegin og Atlantsflog hinumegin hava skrivað undir nýggjan sáttmála um tyrlutænastu fyri árini 2012 til 2015.
 
3. januar
Johan Dahl, landsstýrismaður fegnast um, at drúgva og miðvísa arbeiðið hjá Sjóvinnustýrinum hevur borið frukt, og at hetta málið hjá Sjóvinnustýrinum fyri 2011 er rokkið.
 
2. januar
BankNordik og Vinnumálaráðið hava avtalað, at eigaraskiftið í tryggingarfelagnum Lív verður flutt til 1. juli 2012, meðan formliga umskipanin av felagnum heldur fram. Lív er í eini tilgongd við at nútímansgera pensjónsskipanina, og heldur hendan tilgongd eisini fram.
 
8. desember
Tað hevur eydnast at halda játtanir til menning av vinnu í næsta ár á sama støði sum í ár, við tað at tað eru gjørdar sparingar í umsitingini. Haldast kann fram við teimum vakstrar- og vinnumenningar ætlanunum, sum farið varð undir í undanfarnu samgongu.
 
6. desember
Á fíggjarlógaruppskotinum, sum er borið niðan í Tingið, eru 1,2 mió. krónur settar av til arbeiðið at steðga og fyribyrgja harðskapi í parlagi og nærsambondum.
 
Sendistovan