Um Johan Dahl
Føddur: 19. september 1959
Foreldur: Ebba, f. Albinus, nú Hovgaard úr Fámjin, og Jógvan Dahl úr Vági
Giftur við Lindu Herdalur
Útbúgving: Bankaútbúgving 1981 og ávís prógv innan merconomútbúgving
Yrki: Vinnulívsmaður
Heimstaður: Fámjin
Yrkisroyndir
Johan Dahl hevur drúgvar vinnuligar royndir. Royndirnar hjá Johan fevna um fleiri vinnugreinar og hevur hann starvast í Føroyum, Danmark og Skotlandi. Johan byrjaði yrkisleið sína í Sjóvinnubankanum og arbeidi síðani í fleiri ár í skipasmiðjuvinnuni bæði í Danmark og seinni í Vágs Skipasmiðja, har hann var stjóri.
Johan Dahl hevur royndir at reka egnu fyritøku og hevur m.a. stovnað fyritøkurnar NASCO Ltd saman við skotum, FAROMAR og FAROE COLD STORES. Seinni var Johan Dahl stjóri á Kollafjørð Pelagic og Kloosterboer Terminal.
Politiskar royndir
Johan Dahl varð valdur inn á Ting fyrstu ferð í 2002 fyri Sambandsflokkin og varð hann afturvaldur í 2004 og 2008. Johan hevur verið landsstýrismaður í vinnumálum frá 2008.
Álitisstørv í sambandi við løgtingsarbeiðið
Limur í figgjarnevnd 2002-04
Limur í uttanlandsnevnd 2002-04
Formaður í uttanlandsnevnd 2004-08
Næstformaður í vinnunevndini 2004-06
Formaður í vinnunevndini 2006-08
Limur í trivnaðarnevndini frá 2002-2004 og 2004-2006
Limur í lokalnevndini frá jan. 2008 til sept. 2008
Næstformaður Sambandsfloksins
Onnur álitisstørv
Nevndarlimur í Fø. Arbeiðsgevarafelag 1982-90
Formaður í Seamark Scandinavia A/S 2004-07
Nevndarlimur í AMPLEXA GENETICS 2006-