|
|
10-05-2012
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur verið á fundi við danska matvøru- og landbúnaðarmálaráðharran
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag verið á fundi við Mette Gjerskov, danska matvøru- og landbúnaðarmálaráðharran.
Á fundinum kunnaði landsstýrismaðurin um ymisk mál av týdningi fyri Føroyar, m.a. í mun til matvøruútflutning okkara til ES. Landsstýrismaðurin nytti eisini høvi at bjóða Mette Gjerskov til Føroya.
|