Vinnum�lar��i�
Leita

13-05-2012 Landsstýrismaðurin í vinnumálum vitjað Vestas og Siemens Wind Power

Vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, hevur vitjað vindmylluframleiðarar í sambandi við orkuútbyggingar

Landsstýrismaðurin  í vinnumálum, Johan Dahl, hevur saman við Jarðfeingi og umboðum fyri SEV verið og kunnað nevndu feløg um føroysku ætlanirnar og avbjóðingarnar á orku- og elveitingarøkinum. Vindmylluframleiðararnir kunnaðu um teirra metingar um framtíðargongdina innan vindorku og varandi orkukeldur, og um hvørjar tøkniligar loysnir verða mentar, sum koma at gera vindorkuna meira støðuga og álítandi.

 

Eisini var landsstýrismaðurin i Aurich i Týsklandi á høvuðssætinum hjá ENERCON saman við SEV, og bleiv kunnaður um virksemið hjá týska vindmylluframleiðaranum. SEV undirskrivaði á vitjanini sáttmála við ENERCON um keyp av tveimum vindmyllum afturat til Neshaga. Hesar nýggju vindmyllurnar hava ein framleiðslumátt upp á 0,9 MW hvør.

 

Ferðin er ein liður í arbeiðinum at skipa framtíðarleistin fyri føroyska orkuøkið. Fyri kortum er settur ein arbeiðsbólkur við fólki úr Vinnumálaráðnum, SEV, Jarðfeingi og útlendskum serfrøðingum til at greina og gera tilmæli til, hvussu framtíðar orkuútbyggingar skulu verða framdar, og hvussu orku- og eløkið skal vera skipað figgjarliga og organisatoriskt framyvir.

 


  Aftur
eazemag earth dir ukdir bz dir dirhh ihdir direw dirurl qualitydir dirmt
Sendistovan