|
|
19-06-2012
Føroyar á hvíta lista hjá Paris MoU
Johan Dahl, landsstýrismaður, fegnast um, at tað nú alment er staðfest, at Føroyar eru á "Hvíta lista" hjá Paris MoU.
At Føroyar verða skrásettar á "Hvíta lista" hjá Paris MoU er ein avgerandi fortreyt fyri, at Føroyar av álvara kunnu marknaðarførast sum framstandandi sjóvinnutjóð.
Paris MoU hevur higartil havt føroyska flaggið flokkað á "Gráa lista", eitt skifti enntá á "Svarta lista". Hetta tí, at føroysk handilsskip áhaldandi hava fingið viðmerkingar ella eru afturhildin, tí at raksturin av skipunum ikki hevur verið nóg væl fyriskipaður.
At Føroyar nú eru fluttar upp á "Hvíta lista" hjá Paris MoU er úrslit av góðum samstarvi millum Sjóvinnustýrið, reiðaríini og manningarnar í teirra arbeiði støðugt at betra mannagongdir og umhvørvis- og trygdarviðurskifti.
Landsstýrismaðurin vónar, at partarnir framyvir halda á við góða og miðvísa arbeiðinum, soleiðis at Føroyar verða verandi í fremsta góðskuflokki millum sjóvinnutjóðir.
|