|
|
25-07-2012
Viðvíkjandi lækking av prísum á ávísum vørum hjá Rúsdrekkasølu Landsins
Vinnumálaráðið er kunnað um, at Rúsdrekkasøla Landsins hevur havt ætlanir um at lækka prísin á ávísum vørum.
Ivi er reistur um, hvørt hetta er í stríð við § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, sum seinast broytt við kunngerð nr. 19 frá 24. mars 2010, og skal viðmerkjast:
§ 6, stk. 2 í nevndu kunngerð er soljóðandi:
"Stk. 2. Ikki er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur. Somuleiðis er ikki loyvt at selja uppá borg. Tó er loyvt at selja uppá borg til skeinkiloyvishavarar. Eisini er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur til skeinkiloyvishavarar, tá tað snýr seg um at selja vín og hvítvín."
Undir forboðið fyri prísavsláttri í § 6, stk. 2 í kunngerðini fella ikki allar lækkingar av prísum, men tað veldst um, hvørt príslækkingin ber brá av at vera eitt sølufremjand tiltak. Hugtakið sølufremjandi tiltak eigur at verða fatað samsvarandi tí hugtakinum, sum framgongur av marknaðarføringslógini, og eru tiltøk, har tað verður roynt at fremja søluna av eini vøru við tiltøkum, sum gera, at vøran verður meira freistandi fyri brúkaran, enn hon hevði verið, uttan tílík tiltøk. Hugtakið fevnir um tiltøk útyvir tað vanliga, sum eyðkenniliga verða nýtt í einum avmarkaðum tíðarskeiði og/ella undir ávísum treytum (tilboð/útsøla), og sum vanliga hava til endamáls at fremja søluna av vørum.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur upplýst fylgjandi:
Talan er bæði um vørur, har haldbarið er við at ganga út, og um vørur, sum ikki selja og sum ikki verða keyptar inn aftur, og eisini vørur, har pakningurin er skaddur (buglað blikk, pakkavín í skaddum pakkum v.m. ) og sum tí ikki selja, men har vøran sjálv er í lagi. Fyri hesar vørur er prísurin broyttur, soleiðis at Rúsdrekkasøla Landsins ikki skal hava fíggjarligan miss av ávísu vøruni. Talan er ikki um avmarkað tíðarskeið, eins og hjá øðrum handlum, sum lýsa við tilboðum. Tá prísurin á vørum hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður settur niður, verður hann ikki settur uppaftur til upprunaliga prísin, eftir eitt ávíst tíðarskeið. Rúsdrekkasøla Landsins hevur tí ikki mett, at talan er um avsláttur ella tilboð, sum forboð er sett fyri í kunngerðini, men broyttan prís.
Vinnumálaráðsins meting og niðurstøða
Rúsdrekkasøla Landsins skal umsita fíggjarliga forsvarliga, tó við neyðugum atliti til heilsuligu sjónarmiðini, sum eru ásett í endamálsgreinini í lógini. Prísurin er broyttur, sum eitt vanligt tiltak í príspolitikkinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins eftir eini meting av, at vøran ikki kann seljast við tí prísi, ið var, og soleiðis at Rúsdrekkasøla Landsins ikki skal hava fíggjarligan miss av ávísu vøruni, og ikki sum eitt serligt tiltak (tilboð ella útsøla), har brúkarunum verða givnar serliga lagaligar treytir/fyrimunir, og sum skulu gera vøruna meira freistandi fyri brúkaran at keypa.
Hóast talan ikki er um at príslækkingin er í stríð við § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, sum seinast broytt við kunngerð nr. 19 frá 24. mars 2010, hevur landsstýrismaðurin avgjørt, at ongar broytingar viðvíkjandi tí príspolitikki, sum hevur verið, skulu gerast fyrr enn málið hevur verið viðgjørt nærri við atliti til rúsdrekka- og heilsupolitikkin.
|