|
|
26-07-2012
USA sóknast eftir lidnum grønum tekniskum loysnum
Á fundi , ið var hildin hjá Føroya Tele týsdagin 24. juli, segði amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Laurie S. Fulton, frá samstarvinum Green Partnership for Growth, ið er framhald av Green Partnership, sum Føroyar hava luttikið í.
Talan er um samstarv um at finna nýggjar loysnir upp á orku – og umhvørvisavbjóðingar, og at fremja menning og samhandil millum USA og Danmark, og føroyskum fyritøkum og myndugleikum stendur tað eisini í boði at luttaka.
Í fyrru Green Partnership tiltøkunum varð nógv áherðsla løgd á at fáa samband millum uppfinnsamar smærri og størri fyritøkur í Danmark og Føroyum og risastórar amerikanskar fyritøkur, sum hava allan heimin sum marknað.
Í næstu stigunum verður vaksandi dentur lagdur á at menna samstarvið millum almennar myndugleikar og smærri og størri fyritøkur. Í USA hevur stjórnin hert krøvini um at almennir myndugleikar og stovnar skulu spara orku, og serliga amerikanska verjan leitar eftir nýggjari tøkni, ið kann hjálpa teimum at røkka orkumálunum.
Grønar loysnir – ein trygdarspurningur
Verjan raðfestir hetta høgt, og ikki bert fyri at tálma útreiðslunum og at verja umhvørvið. Tað hevur víst seg, at vandamiklastu krígsstøðurnar eru, tá ið brennievni skulu flytast og tá ið skip og flogfør bunkra, og tí verður orkusparing nú raðfest sum ein spurningur um mannalív og tjóðartrygd.
Hesir myndugleikarnir leita yvirhøvur eftir loysnum, sum eru klárar at taka í nýtslu. Ambassadør Fulton segði sum dømi frá einari lítlari danskari fyritøku, ið tók lut á Green Partnership II í USA í september í fjør. Teirra virki framleiddi smáar elriknar golfbilar, og virkið hugsaði, at sama tøkni kundi hóskað til flutningsloysnir á herstøðum. Hetta var ikki av nøkrum í fyrstu syftu, men fyritøkan fekk á ferðini hugskot til at framleiða sólriknar bingjur, ið verjan hevur víst sera stóran áhuga. Bingjurnar kunnu innrættast og nýtast sum bústaðir, radio- og tøknistøðir o.s.fr.
Royndir úr Føroyum kunnu lætta um marknaðaratgongd
Ambassadør Fulton tók undir við tí, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, báðir løgdu áherðslu á, at Føroyar hava sera góðar fortreytir fyri at vera royndarmarknaður fyri nýggjari tøkni og orkuloysnum.
Fleiri føroyskar fyritøkur framleiða nýggjar loysnir, ið kunnu loysa heilt ítøkiligar trupulleikar. Um fyritøkurnar megna at gera vørurnar heilt klárar at taka í brúk, og um tær við royndum úr Føroyum kunnu prógva sínar dygdir, kunnu tær hava stóran áhuga hjá amerikonskum myndugleikum. Og um vørurnar eisini innihalda amerikanskar lutir, er tað serliga áhugavert hjá amerikonsku myndugleikunum at samstarva um.
|