Vinnum�lar��i�
Leita

09-08-2012 Aðalstjórastørvini í Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum eru lýst leys

Løgmansskrivstovan lýsir nú aðalstjórastørvini í Vinnumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum leys at søkja. Talan er um tvey spennandi størv. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur m.a. ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stjórnarráðnum.

Stór krøv eru til førleikarnar hjá aðalstjórunum. Talan er um kandidatútbúgving frá lærdum háskúla, týðandi leiðsluroyndir, góðar leiðsluførleikar og góðar samskiftisførleikar. Í lýsingini og tilhoyrandi starvs- og persónsprofilum sæst meira um hetta.
Umsóknarfreistin er 3. september 2012 kl. 12.00. Løgmaður setur størvini í samráð við avvarðandi landsstýrismann.
Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eftir nærri avtalu.
Løgmansskrivstovan

Sí: Starvslýsing eftir aðalstjórum til Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið
Sí: Starvs- og persónsprofilur til aðalstjórastarvið í Vinnumálaráðnum
 
  Aftur
eazemag earth dir ukdir bz dir dirhh ihdir direw dirurl qualitydir dirmt
Sendistovan