Niðanfyri er fyrispurningur, umframt svar frá Johan Dahl.
Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 51/2010 frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um umvælingar av Rituni.
Spurningurin var soljóðandi:
Svar:
Til 1.
Eftir at leki varð staðfestur umborð á Rituni, legði klassin (DNV) Rituna fríggjadagin 14. januar. Mett verður, at umleið 30-40 m2 av stáli skal skiftast í botninum á Rituni. Umframt hetta má garnering og dúrk umvælast/skiftast.
Til 2 og 3.
Strandfaraskip Landsins (SL) hevur biðið um tilboð upp á arbeiðið, og vóru boðini SL í hendi 19. januar 2011. Arbeiðið fer í gongd so skjótt, sum játtan er fingin til vega, tí pláss er ikki á verandi rakstrarjáttan hjá SL til hetta eykaarbeiði. Vinnumálaráðið hevur, grundað á tilfar frá SL, gjørt fíggjarnevndarskjal, sum væntandi verður sent Fíggjarnevndini í næstum. Um undirtøka er í fíggjarnevndini fyri fíggjarnevndarskjalinum, kann arbeiðið byrja beinanvegin, játtanin er givin.
Til 4.
Umvælingararbeiðið er mett at taka 3-4 vikur. Nær Ritan kann fara í sigling veldst um, hvussu skjótt neyðuga játtanin verður givin. Tað skal tó eingin ivi vera um, at drálað verður ikki við hesum málinum, og at arbeitt verður so skjótt sum tilber fyri at fáa Rituna í sigling aftur. Eg havi fingið upplýst frá SL, at Ritan eftir ætlan skuldi á beding til árligt eftirlit seinni í ár. Miðað verður nú eftir at fáa hetta avgreitt samstundis, so Ritan vónandi ikki skal á beding aftur í ár.