Vinnum�lar��i�
Leita

Greiðari útboðspolitikkur og -reglur

 

Seta í gildi útboðsreglur fyri landsumsitingina
 
Átak:  At seta í gildi útbjóðingarreglur fyri landsumsitingina og at skipa felags útbjóðingarportal.
Útreiðslur:  Útreiðslur til at menna útbjóðingarportal kann haldast innan verandi játtan hjá Landsverki. Væntast kann harumframt, at meira miðvís útbjóðing kann hava effektivari rakstur við sær.
Tíðarætlan:  Útbjóðingarreglur setast í gildi 1. januar 2011 og samstundis verður  útbjóðingarportalur tikin í nýtslu.
Aktørar:  Vinnumálaráðið (ábyrgdarhavari), Fíggjarmálaráðið, Innlendismálaráðið og Landsverk.
 
Í Føroyum hava royndirnar við útbjóðing innan tað almenna sum heild verið avmarkaðar, hóast ávísar veitingar í dag verða røktar av privatum.
 
Ein meira miðvísur útbóðingarpolitikkur frá tí almenna kann vaksa um marknaðin í fleiri ymiskum vinnum, og harvið gera tað meira sannlíkt, at kapping fæst á hesum marknaðum. Harumframt kann tað í fleiri førum vera ein fyrimunur hjá tí almenna at lata privatar fyritøkur loysa uppgávurnar. Tí er ætlanin at seta í gildi nýggjar útboðsreglur, sum eru grundaðar á tvær meginreglur: Útboðsskylda og avbjóðingarrættur.
 
Útboðsskyldan ásetur, at almennir stovnar hava skyldu til at gjøgnumganga sínar uppgávur at meta, hvørjar eru egnaðar til at verða bjóðaðar út til privat at loysa. Tær uppgávur, sum eru egnaðar at bjóða út, verða lagdar á ein felags portal, sum Landsverk skal reka. Mannagongdirnar skulu sum høvuðsregla leggjast til rættis á ein hátt, so føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram.
 
Avbjóðingarrætturin ásetur, at privatar fyritøkur kunnu bjóða seg fram at loysa almennar uppgávur, og at stovnarnir hava skyldu at gera eina kvalifiseraða meting um tilboðini. Ger stovnurin av ikki at taka av tilboðnum, skal yvirskipaði myndugleikin hjá stovninum góðkenna hesa avgerð.
 

 

Tak niður alla vakstrarætlanina sum PDF fílu

Navn 
Teldupostur 
Fyritøka, organisatión vm. 
Viðmerkingin er í samband við:
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
Viðmerking 
18-11-2009 13:58
eazemag earth dir ukdir bz dir dirhh ihdir direw dirurl qualitydir dirmt
Sendistovan