Vinnum�lar��i�
Leita

Virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum uttanlands

 

Gera tvíliðaðar sáttmálar við Danmark, Norðurlond og Ongland innan tryggingarøkið
 
Átak:  Í fyrstu syftu at gera sínamillum avtalu við Danmark og síðani við onnur Norðurlond og við Ongland innan tryggingarøkið.
Útreiðslur:  Útreiðslurnar verða fíggjaðar av verandi játtanum.
Tíðarætlan:  Avtala við Danmark undirskrivast primo 2010, avtala gjørd við hini londini í 2011.
Aktørar:  Vinnumálaráðið (ábyrgdarhavari) og Tryggingareftirlitið.
 
Sum støðan er í dag, eru forðingar fyri, at føroysk tryggingarfeløg kunnu bjóða seg fram uttanfyri Føroyar og Ísland. Hetta viðførir, at tað er trupult hjá tryggingarfeløgunum at vaksa av tí, at føroyski tryggingarmarknaðurin er mettaður á fleiri økjum.
 
Við nýggju tryggingarlógini frá 2008 er føroyska tryggingarlóggávan sum heild í samsvari við tryggingarlóggávuna í grannalondunum og í ES. Áðrenn føroysk tryggingarfeløg kunnu bjóða seg fram uttanlands, er kravið tó, at tvíliðað avtala verður gjørd við landið, har ætlanin er at bjóða seg fram.
 
Í løtuni finst bert ein slík avtala við Ísland, men tingingar eru eisini við Danmark um sínámillum avtalu innan tryggingarøkið.  Í fyrsta umfari er ætlanin eisini at gera tvíliðaðar sáttmálar við onnur Norðurlond og Ongland, so føroysk tryggingarfeløg í veruligan mun kunnu bjóða tryggingar fram uttan fyri Føroyar-Ísland.
 

 

Tak niður alla vakstrarætlanina sum PDF fílu

Navn 
Teldupostur 
Fyritøka, organisatión vm. 
Viðmerkingin er í samband við:
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
Viðmerking 
18-11-2009 15:55
eazemag earth dir ukdir bz dir dirhh ihdir direw dirurl qualitydir dirmt
Sendistovan