Á hesum økinum er talan um 2 átøk:
1. Menna nýtsluna av varandi orkukeldum til elframleiðslu
2. Átøk at eggja fólk at fáa sær el-bil
Átak: At menna nýtsluna av varandi orkukeldum til el-framleiðslu.
Útreiðslur: Ongar fyri landið.
Tíðarætlan: Ætlanin er í 2010 at lýsa eftir umsóknum um el-framleiðslu úr vindi. Forkanningar og royndir verða gjørdar við pump-to-storage í 2009 og frameftir.
Aktørar: Vinnumálaráðið (ábyrgdarhavari), SEV, Røkt, Innlendismálaráðið, Jarðfeingi og El-veitingareftirlitið.
Átak: Við einari røð av átøkum at eggja fólki til at fáa sær el-bil.
Útreiðslur: Í dag er einki skrásetingargjald á el-bilum, og eitt framhald av hesum hevur tí ongar útreiðslur í mun til verandi støðu. Kostnaðurin av átakinum er tí serliga tengdur at, í hvønn mun tað eydnast at eggja fólki til at fáa sær el-bilar, og hvørja búskaparliga tileggjan, sum annars verður sett í verk.
Tíðarætlan: Ætlanin er at leggja uppskot um búskaparliga og aðra tileggjan til at fáa sær el-bil fyri Løgtingið í 2010.
Aktørar: Vinnumálaráðið (ábyrgdarhavari), Fíggjarmálaráðið, Innlendismálaráðið og Jarðfeingi.
Tey ógvusligu sveiggini í oljuprísinum, sum hava verið seinastu árini, hava verið ein serlig avbjóðing fyri vinnulívið. Bæði á sjónum og á landi kunnu fortreytirnar fyri einari íløgu ella einari framleiðslu broytast munandi innan stutta tíð.
Tað er tí neyðugt, at føroyska samfelagið miðvíst arbeiðir fyri at gerast minni tengt at fossilum orkukeldum og í staðin fer at nýta varandi orkukeldur, so orkuprísurin ikki verður líka tengdur at sveiggjunum í prísinum á einari rávøru. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur fyri føroyskt vinnulív at kunna vísa á, at orkuframleiðslan í stóran mun kemur úr varandi orkukeldum.
Tað er serliga týdningarmikið, at ítøkilig stig verða tikin til at nýta varandi orkukeldur í el-framleiðsluni, sum grundarlag fyri einari elektrifisering av orkunýtsluni til upphiting, flutning og framleiðslu, har vit ikki eru tengd av oljuni.
Í uppskotinum til nýggjan yvirskipaðan orkupolitikk, hevur landsstýrið sett sær sum mál, at í 2020 verður 75 % av el-framleiðsluni framleidd úr varandi orkukeldum. Tað ber sannlíkt til at røkka hesum máli við at økja um el-framleiðsluna úr vindi, vatnorku og pump-to-storage.
Pump-to-storage er skipan, har vindorka verður nýtt til at pumpa vatn niðan í byrgingina aftur. Á henda hátt verður ein óstøðug orkukelda (vindur) umgjørd til eina støðuga orkukeldu (vatnorku).
Ein størri nýtsla av varandi orkukeldum gevur eisini eitt betri grundarlag fyri einari elektrifisering av flutningi. Ein bilur við el-motori er munandi meira orku-effektivur enn ein vanligur bilur við bensin- ella dieselmotori.
Hóast tað er eitt orkutap tá battaríni verða lødd, er samlaða orkuroknistykkið tó framvegis til fyrimuns fyri el-bilin, serliga um avlopsorka um náttina verður nýtt til at løða bilin við. Tess meira varandi orka í el-framleiðsluni, tess betri verður roknistykkið fyri el-bilin í mun til vanligar bilar.
Tað er tí avgerandi, at ein elektrifisering av flutninginum er tengd saman við einum alsamt vaksandi parti av varandi orkukeldum í el-framleiðsluni. Áhugi tykist vera fyri at nýta Føroyar sum royndarøki fyri el-bilar.
Tað hevur eisini týdning, at royndir verða gjørdar við alternativari orkunýtslu umborð á skipum, sum í dag ikki hava aðrar møguleikar enn olju til framdriftina. Ætlanin er tí at fara í samstarv við føroyska skipasmiðju um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip, sum antin beinanvegin ella seinni kunnu brúka alternativa orkuskipan, ið ikki (bara) er grundað á fossil brennievni.
Ætlanin er at skipa samstarvið gjøgnum eina partalagsavtalu. Vónin er, at føroyskar skipasmiðjur kunnu fáa førleika í sambandi við alternativar orkuskipanir umborð, sum sannlíkt kann gerast eitt vakstrarøki komandi tíðina. Sí eisini serligt átak um nýtt havrannsóknarskip.
|