Arbeiðsøki
Landsstýrisfólkið í vinnumálum umsitur alimál, búnaðarmál, busskoyring, ferðslulógamál, einkarætt, farmakoyring, fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrisfólkum, ferðavinnu, ferjulegur, ferjur, fjarskiftissamskiftismál, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kolvetni, kommunumál, tó ikki fíggjareftirlit við kommunum, inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, landshavnir, landsvegir, merki, mynstur, nettrygd, oljumál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, tyrlupallar, útjaðarastuðul, útoyggjamenningarmál, útoyggjastuðul, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.
Harumframt hevur landsstýrisfólkið í vinnumálum ábyrgd av hesum felagsmálum:
- Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.
- Flogferðsla.
- Ídnaðarhugverksrættur.
- Útlendingaøki og marknaeftirlit.