Loyvisregulering

Føroyska fiskivinnan er skipað við loyvum og skipanum, sum áseta, hvør kann veiða, hvat kann veiðast, og hvussu nógv kann veiðast.  Í hesum skal fiskivinna skiljast sum fiskiskapur við vinnuligum endamáli.

Niðanfyri verður greitt nærri frá:

-          Veiðiloyvi

-          Fiskiloyvi

-          Fiskidagaskipan

-          Kvotaskipan

Umframt oman fyri nevndu skipanir eru ymiskar serskipanir. Sum dømi kann nevnast fiskiskapurin á Føroyabanka og royndarloyvir av ymiskum slag.

 

Veiðiloyvi

Eitt veiðiloyvi er, sambært Sjófeingislógini, tann rættur, ið landsstýrismaðurin veitir eigara av fiskifari at reka vinnuligan fiskiskap við fiskifarinum.

Fyri at sleppa at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi, skalt tú hava eitt fiskifar við veiðiloyvi.

Bátar undir 15 tons eru undantiknir kravinum um veiðiloyvi og skulu tí bert hava eitt fiskiloyvi fyri at reka vinnuligan fiskiskap.

 

Fiskiloyvi

Umframt eitt veiðiloyvi, sum staðfestir rættin til at fiska, er eisini neyðugt at hava minst eitt fiskiloyvi. Hesi loyvi eru skipað í tvær skipanir – kvotuskipanin og fiskidagaskipanin.

Í stuttum er eitt fiskiloyvi tann rættur, sum landsstýrismaðurin letur eigara av fiskifari at veiða:

-          ávísa nøgd ella ávíst fiskidagatal

-          av ávísum fiskaslagi

-          á ávísum leiðum

-          í einum ávísum tíðarskeiði

Nýtt fiskiloyvi verður skrivað út hvørt ár ella hvørja vertíð. Rættindi, sum eitt fiskiloyvi fevnir um, kunnu broytast frá ári til ár. Mest vanliga broytingin er í dagatali ella tonsatali.

 

Fiskidagaskipanin

Í fiskidagaskipanini fær fiskifarið tillutað eitt ávíst dagatal at fiska hvørt ár. Talan kann vera um egnar dagar ella felagsdagar. Egnir dagar verða lutaðir serstakt til hvørt fiskifar, og felagsdagar verða lutaðir til ein bólk av fiskiførum at býta.

Skipanin fevnir um tann partin av føroyska flotanum, sum m.a. veiðir:

-          Upsa

-          Tosk

-          Hýsu

-          Svartkalva

-          Kongafisk

-          Brosmu og

-          Longu

Fiskiskapurin verður avmarkaður við mest loyvda tali av døgum, ið loyvt er at fiska í viðkomandi fiskiári. Verða fiskastovnarnir mettir at vera illa fyri, kann talið av fiskidøgum lækka, og hinvegin kann tað hækka, um mett verður, at stovnarnir eru væl fyri.

Fiskiførini eru býtt í bólkar eftir stødd og veiðihátti.

Fiskidagatalið verður býtt út eftir tí lutfalli, sum dagatalið var hjá einstaka fiskifarinum við endan av undanfarna fiskiári og verður ásett í kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi.

Sum útgangsstøði er ein fiskidagur 24 tímar, men t.d. kunnu dagarnir telja ymiskt á innaru- og ytru leið, eins og dagarnir hjá bólki 5 verða gjørdir upp eftir tali av avreiðingum.

 

Kvotaskipanin

Í kvotuskipanini fær fiskifar tillutað kvotur (tons) at fiska hvørt ár.

Samlaða kvotan kallast heildarkvotan. Tá Føroyar samráðast við onnur lond, fer ein partur av heildarkvotuni í býti við onnur fiskasløg, t.d. tosk í Barentshavinum. Tá samráðingar við onnur lond eru lidnar, fáa føroysku skipini sína kvotu tillutaða.

Kvotan kann vera eginkvota ella felagskvota. Á sama hátt, sum við fiskidøgum, verður eginkvota lutað einstaka fiskifarinum, og felagskvotan verður lutað til ein bólk av fiskiførum í felag.

Tá føroysk skip fiska uttan fyri Føroyar, er talan í flestu førum um kvotuskipan. Umframt veiðu eftir gulllaksi fevnir kvotuskipanin við Føroyar um uppsjóvarflotan, sum fiskar makrel, sild og svartkjaft.