Møguleikar fyri stuðli og royndum innan fiskivinnuøkið

 

Gransking og royndir í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum fevnir yvirskipað um tveir bólkar. Hesir bólkar eru:

  1. Fiskivinnuroyndir
  2. Royndarfiskiskapur

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk. Játtanin seinastu árini hevur verið 5 mió. kr.

 

Royndarfiskiskapur verður framdur samsvarandi § 50 í løgtingslóg um sjófeingi, sum sigur, at landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin, uttan mun til galdandi avmarkingar, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari undir føroyskum flaggi uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap.