Fiskivinnuroyndir

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Stuðul verður játtaður til tvey sløg av verkætlanum. Smærri verkætlanir eru verkætlanir, har stuðul verður játtaður í eitt ár. Hin skipanin er flaggskipaverkætlanir. Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Hesar kunnu fáa stuðul í upp til trý ár.