Um royndarfiskiskap sambært § 50 í løgtingslóg um sjófeingi

Samsvarandi § 50 í løgtingslóg um sjófeingi kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap.

Royndarfiskiskapurin verður umsitin sambært  kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2020 um loyvi til royndarfiskiskap við seinni broytingum, har ásettar eru nærri reglur um mannagongd og treytir í umsitingini av royndarloyvum.

Loyvi kann verða latið til somu royndarverkætlan og víðari menning av hesi í samanlagt fimm ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn. Árliga loyvið kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum hava verið hildnar.

Kunngerðin um royndarfiskiskap kann lesast her.

Til ber altíð at seta seg í samband við Símun Grønadal, fulltrúa, um ivamál eru.

Tel.: +298 22 22 58 – ella teldupost: simun.gronadal@tvmr.fo.