Strandfaraskip Landsins
Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaflutningi og farmaflutningi. Flutningsskyldan er ásett í løgtingslóg nr 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, við seinni broytingum.
Strandferðslan verður rikin sambært reglugerð frá 30. juli 2015 og skal sambært reglugerðini í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum grundarlagi.
Virksemið hjá Strandferðsluni er skipað við Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum. Strandferðslan rekur 7 sjóvegis farleiðir og hevur 8 ferjur. Tað eru 24 bussfarleiðir á landi og verða umleið 40 bussar brúktir til farleiðirnar. Tað ferðast umleið 1 millión ferðafólk um árið á farleiðunum hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan umsitir sáttmálan hjá landsstýrinum við Atlantic Airways um innanoyggja tyrluflýgving í Føroyum.