Útlendingamál og integratión

 

Útlendingamál eru ríkismál. Tann 1. september 2024 varð málsviðgerðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum flutt til Føroya at umsita. Tað er nú Útlendingastovan, sum tekur avgerðir í málum um at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt verða framvegis viðgjørd í Danmark.

 

Nærri kunning um útlendingalóggávuna fæst frá Útlendingastovuni, sum, umframt at málsviðgera, eisini vegleiðir í sambandi við m.a. umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. 

 

Integratiónsmál er málsøki hjá Vinnumálaráðnum. Tørvurin á eini væl skipaðari integratión er vaksin alsamt seinastu árini, sum talið á útlendingum, sum eru komnir til Føroyar at arbeiða og búgva, er økt munandi.

 

Fyrsta føroyska integratiónslógin kom í gildi 1. juli 2025. Integratiónslógin ásetur m.a., at kommunurnar regluliga skulu skipa fyri kunnandi fundi fyri útlendskum tilflytarum í samráð við integratiónsmyndugleikan, sum er á Útlendingastovuni. Allar kommunur í Føroyum skulu hava ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.

 

Eisini eru ásetingar í integratiónslógini um m.a., at tilflytarar í ávísum førum skulu møta til eina integratiónssamrøðu, um trivnaðarætlan fyri útlendsk børn á dagstovnum, um skeið fyri tilflytarar við børnum og um tilboð um ókeypis undirvísing í føroyskum sum annaðmál.