Útjaðarin
Útoyggjaálitið
Les Útoyggjaálitið 2025 her.
Útoyggjastuðul
Vinnumálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning.
Reglugerð og umsóknarblað
Í tí sambandi at løgmaður hevur skrivað út løgtingsval at vera tann 26. mars 2026, hevur løgmaður heitt á verandi landsstýrisfólk um at bert avgreiða tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað, inntil nýtt landsstýri hevur skipað seg.
Hetta fevnir m.a. um avgerðir ella tilsagnir um stuðul, og sostatt eiga hesar ikki at verða latnar í tíðarskeiðnum. Hetta førir við sær, at umsóknirnar um útoyggjastuðul fyri 2026 ikki vera avgreiddar, fyrr enn nýtt landsstýrið er skipað eftir løgtingsvalið.