Vinnulívið er grundarlagið undir okkara búskapi og vælferðarsamfelagi. Tí er ein greiður, støðugur og framskygdur vinnupolitikkur avgerandi fyri víðari menningina av føroyska samfelagnum.

Samgongan hevur sett sær fyri at skapa betri karmar fyri vøkstri, nýskapan og kappingarføri í øllum okkara vinnum.

Málið er, at førdi vinnupolitikkurin skal skapa meira virðisøking, fleiri arbeiðspláss og einar sterkari og burðardyggari Føroyar.