Vinnumálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Vinnumál   >   Alivinna

Alivinna

Alivinnan er løgskipað við alilógini, djórasjúkulógini, matvørulógini og umhvørvisverndarlógini, umframt reglum, sum eru givnar við heimild í hesum lógum. Lóggávan hevur til endamáls at tryggja, at alivinnan er kappingarfør, lønsom og burðardygg.

Alifiskur er okkara størsta einstaka útflutningsvøra. Alivinnan hevur tískil stóran samfelagsbúskaparligan týdning fyri Føroyar.

Aliumsitingin

Aliumsiting, sum er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, umsitur aliloyvi. Nærri kunning fæst her.