Vinnumálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Vinnumál   >   Kolvetni

Kolvetni

Kolvetnisfyrisitingin fevnir um allar almennar umsitingarligar uppgávur í sambandi við oljuleiting og útvinningarvirksemi í Føroyum.

Níggju leitibrunnar eru boraðir undir Føroyum síðan 2001, og hóast kolvetni er funnið, so er kolvetni enn ikki funnið í rakstrarverdum nøgdum. Eitt av endamálunum við at fara undir oljuleiting á føroyska landgrunninum var at geva føroyskum fyritøkum møguleika at breiðka sítt virkisgrundarlag við at luttaka í tí virksemi, sum stóðst av oljuvinnuni. Føroyska veitingar- og frálandavinnan er eftir fáum árum vorðin ein lønsom og vaksandi vinna, har føroysku fyritøkurnar eru í heimsklassa.