Lógir og kunngerðir
Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum umsitur alimál, bjarging, búnaðarmál, einkarætt, ferðavinnu, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnumál, fjarskiftissamskiftismál, handilsmál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, jarðfrøði, kolvetni, merki, mynstur, nettrygd, oljumál, sjóvinnumál, tilbúgving og trygd, tónleikavinnu, tryggingarmál, veðurtænastu, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.
Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum, sí fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar (grein 32)