Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í vinnumálum, hevur sent lógaruppskot til hoyringar, sum letur upp fyri, at føroyingar kunnu fáa atgongd til allar viðkomandi gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark.
Talan er bæði um danskar loysnir og loysnir úr øðrum ES- og EFTA-londum, ið kunnu brúkast í Danmark, t.d. MobilePay og Vipps.
– Tað er gleðiligt, at vit skjótt kunnu fáa atgongd til framkomnar gjaldstænastur undir tryggum og skipaðum kørmum. Eingin ivi er um, at atgongdin at hesum tænastum kann gera gerandisdagin lættari, bæði hjá vinnulívinum og øllum føroyingum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Av tí at Føroyar eru ein lítil marknaður, hava veitarar av gjaldstænastum higartil ikki verið sinnaðir at bjóða sínar loysnir í Føroyum. Við hesi broytingini kunnu útlendskir veitarar, sum hava virksemi í Danmark og eru góðkendir í ES og EFTA, virka í Føroyum, uttan at hava serstakar skipanir og loyvi til hetta.