01.10.2026 · Vinnumálaráðið
Játtanin til viðlíkahald av bygningum hjá landinum hækkar við einum triðingi
Bygningar hjá landinum tørva nógv viðlíkahald, og tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi játtan til økið.
– Vit mugu taka okkum um reiggj, um vit skulu forða fyri, at góðir bygningar fara í órøkt, sigur Jacob Vestergaard.
Tí verður játtanin til viðlíkahald hækkað úr umleið 30 mió. kr. upp í 40 mió. kr. í 2026.
– Játtanin kundi helst verið hægri, men neyðugt er at finna eina javnvág millum tørvin á viðlíkahaldi og veruleikan í einari byggivinnu, sum longu er sera upptikin. Tað týdningarmesta er, at tað mest átrokandi viðlíkahaldið verður framt, so almennir bygningar ikki forfarast, sigur landsstýrismaðurin.