27.08.2026 · Vinnumálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjaði á ONS

Landsstýrismaðurin vitjaði á ONS

Seinastu dagarnar hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, verið í Stavanger har stóra altjóða orku- og oljuráðstevnan ONS hevur verið hildin. Í meir enn 50 ár hevur ONS savnað politikkarar, vinnulív, granskarar og aðrar áhugapartar úr øllum heiminum at umrøða viðkomandi spurningar innan orku- og oljuvinnu.

Endamálið við ferðini var at gera greitt, at Føroya landsstýri stuðlar møguligari leiting eftir olju, gassi og øðrum tilfeingi í føroyskum øki.

Á ferðini hitti landsstýrismaðurin norska orkumálaráðharran, Terje Aasland, har høvi varð at umrøða møguligt samstarv við Norra. Norski orkumálaráðharrin segði, at Norra er sinnað at stuðla Føroyum við vitan og royndum á økinum. Í hesum sambandi vórðu eisini møguleikarnir innan havbotnsmineralir umrøddir.

Umframt fundin við norska orkumálaráðharran hevði landsstýrismaðurin aðrar fundir við umboðum fyri vinnuna og aðrar áhugapartar. Eisini var høvi til at luttaka á fleiri fakligum tiltøkum og fyrilestrum, har nýggj vitan, tøknilig menning og framtíðar møguleikar innan orku og náttúrutilfeingi vórðu sett á breddan.

Landsstýrið metir tað vera týdningarmikið at fylgja gongdini, tá ræður um orku og orkutrygd. Luttøkan á ONS er ein týðandi liður í hesum arbeiðinum.