20.11.2026 · Vinnumálaráðið

Norðurlendska ráðharraráðið innan fiskivinnusamstarv letur stuðul til verkætlanir

Norðurlendska ráðharraráðið innan fiskivinnusamstarv letur stuðul til verkætlanir

Nú ber aftur til at søkja um stuðul til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av Norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.

Norðurlendska fiskivinnusamstarvið arbeiðir fyri at fremja grøna, kappingarføra og mótstøðuføra fiski- og alivinnu í Norðurlondum. Áhugað verða boðin at søkja um stuðul til norðurlendskar samstarvsverkætlanir, sum viðgera viðurskifti innan fiskivinnu og alivinnu.

Verkætlanirnar skulu vera innan raðfestu økini:

  • Samtilvera og havplanlegging (sameksistens og arealplanlægning)

  • Vistfrøðiliga grundað havfyrisiting og uppbygging av fiskastovnum.

Samstarvið stuðlar fyrisitingar- og granskingarverkætlanum, sum skapa vitan, breiða út vitan ella hava til endamáls at skapa netverk, ið kunnu skapa norðurlendskt gagn.

Samlaða játtanin á vári 2027 er 3,9 mió. kr.

Til størri verkætlanir ber til at søkja um upp til 1,5 mió. kr., meðan smærri verkætlanir, t.d. stuðul til netverk, verkstovur o.a., kunnu søkja upp til 400.000 kr.

Freistin at søkja er 11. februar 2027.

Til ber at fáa umsóknarblað og meiri kunning á heimasíðuni hjá Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Sí leinki: Ansøg om støtte – Nordisk Fiskerisamarbejde