Uppskot er sent til hoyringar um broyting í útlendingalógini viðvíkjandi familjusameining hjá útlendingum við uppihaldsloyvi í Føroyum vegna arbeiði, lestrarvist, sum granskari, sjálvstøðugur vinnurekandi, trúboðari o.tíl.
Skotið verður upp, at bíðitíðin verður 3 ár, áðrenn familja hjá útlendingi við uppihaldsloyvi í Føroyum eisini kann fáa uppihaldsloyvi. Kravið um at familjan skal hava búð saman, áðrenn útlendingurin fekk uppihaldsloyvi í Føroyum, er óbroytt.
Lógarbroytingin rakar ikki tey, sum longu hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum.
Uppskotið kann lesast her.