Umsitingarøki
Landsstýrisfólkið í vinnumálum umsitur alimál, búnaðarmál, busskoyring, ferðslulógamál, einkarætt, farmakoyring, fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrisfólkum, ferðavinnu, ferjulegur, ferjur, fjarskiftissamskiftismál, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kolvetni, kommunumál, tó ikki fíggjareftirlit við kommunum, inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, landshavnir, landsvegir, merki, mynstur, nettrygd, oljumál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, tyrlupallar, útjaðarastuðul, útoyggjamenningarmál, útoyggjastuðul, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.
Landsstýrisfólkið í vinnumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Brúkaraumboðnum.
2) Búagrunninum.
3) Búnaðargrunninum.
4) Eystur- og Sandoyartunlar P/F.
5) Firum P/F.
6) Framtaksgrunninum, vinnurekandi grunnur.
7) Norðoyartunnilin P/F.
8) Ráðnum fyri ferðslutrygd.
9) Suðuroyartunnilin P/F.
10) Vága Floghavn P/F.
11) Vágatunnilin P/F.
12) Vinnuframagrunninum.
13) Visit Faroe Islands P/F.