Bekendtgørelse om meddelelse af tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne til ummælis
Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sent til ummælis: ”Udkast til bekendtgørelse om meddelelse af tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne”.
Við uppskotinum til kunngerð verða reglur um bíðitíð settar í gildi, sum avleiðing av lógarbrotum og skuld til almennar myndugleikar, í sambandi við fráboðan um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Harumframt verða treytir settar um integratiónsviðkomandi tilknýti.
Uppskotið til kunngerð broytir ikki venjuna fyri, nær ein útlendingur kann fáa fráboðan um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, men setur krøv, sum skulu vera lokin fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Ummælisfreistin er 9. november 2026.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til Udlændinge- og Integrationsministeriet á teldupostadressunum uim-ena@uim.dk og cae@uim.dk, og cc. til vmr@vmr.fo.
Biðið verður um, at viðmerkingar verða orðaðar á donskum og í word-formati.
Udkast Til Bekendtgørelse Om Meddelelse Af Tidsubegrænset Opholdstilladelse På Færøerne