Broyting í kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks (Broyttar hummaraleiðir)
Frágreiðing

Uppskotið til broyting ber í sær, at nú verða leiðirnar norðan fyri Streymin og í Hvannasundi lagdar afturat teimum økjum, har hummaraveiða til húsbrúks bert er loyvd við bátum, sum hava fiskiloyvi til hummara.

Í kunngerðini, sum fekk gildi í 2022, vóru økini sett eftir, um vinnulig veiða hevði verið har undanfarnu árini. Um hetta broyttist, skuldi regluverkið endurskoðast.

Nú verður so skotið upp, at nevndu leiðir eisini koma á listan. Orsøkin er, at har er vinnuliga veiðan eftir hummara vaksandi ella við at taka seg upp aftur.

Ummælisfreistin er farin
08.02.2024
Ráð
Vinnumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Kunngerð
Dagfesting
26.01.2024
Tak niður
Hummari Til Húsbrúks (1)