Broytingar í fiskivinnulóggávuni
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um sjófeingiFrágreiðing
Samgongan, sum tók við í september 2019, hevur greið fiskivinnupolitisk mál í samgonguskjalinum, og hevur sett sær fyri, at vit skulu hava eina fiskivinnuskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum stuðlar undir virðisøking og menning í Føroyum.
Hetta lógaruppskotið miðar eftir at fremja settu málini hjá samgonguni. Ítøkiliga snýr tað seg um at broyta verandi lóg viðvíkjandi gildistíð á fiskirættindinum, hvussu landið útlutar fiskirættindi, herundir at avtaka ásetingarnar um uppsboðssøluna í galdandi lóg, at fiskirættindi frameftir vera knýtt at skipinum, at linka treytirnar um útlendskan kapital og eigaraskap, reglum um umsetiligheit, brúksskyldu, fiskidagaskipan og reglum kaikantskrav.
Ummælisfreistin er farin
18.10.2019Ráð
VinnumálaráðiðØki
FiskivinnaSlag
LógaruppskotDagfesting
12.10.2019Samband
fisk@fisk.foTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Sjófeingi