Uppskot til Kunngerð um gildiskomu av reglum í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

Frágreiðing

Kunngerðin setur í gildi § 14 a, í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi(Hvítvasklógin).

§ 14 a, í Hvítvasklógini áleggur viðkomandi fyritøkum, myndugleikum og persónum skyldu at boða Skráseting Føroya frá, um hesi verða varug við ósamsvar ímillum teirra upplýsingar um tann veruliga eigarin hjá einum kunda, og upplýsingarnar, sum eru skrásettar í kt-skipanini hjá Skráseting Føroya.

Ummælisfreist
21.10.2026
Ráð
Vinnumálaráðið
Øki
Hvítvask
Dagfesting
23.09.2026
Tak niður
Uppskot Til Kunngerd Um Ígildisseting Av § 14 A, Í Hvítvasklógini