Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunum verður heimilað at bera útreiðslur til felags undirstøðukervi)
Frágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at stuðla undir, at fleiri bústaðir verða bygdir í Føroyum, og at økja um bústaðarmøguleikar, sum eru lættari at fáa fígging til.
Hetta verður gjørt við at geva kommunum heimild til at halda útreiðslur til felags undirstøðukervi uttan fyri kostprísin fyri einstaka grundøkið. Á henda hátt verður miðað eftir, at fleiri kommunal grundøki kunnu verða tøk til bústaðarbygging á treytum, sum gera tað lættari hjá einstaklingum og húsarhaldum at útvega sær og fáa fígging til egnan bústað.
Kommunan fær eisini heimild til at seta treytir fyri søluni og nýtsluni av grundøkinum, so tryggjast kann, at søla við nýtslu av heimildini røkkur bústaðarpolitiska endamálinum við uppskotinum.
Ummælisfreist
01.12.2026Ráð
VinnumálaráðiðØki
KommunumálSlag
LøgtingslógDagfesting
13.11.2026Samband
vmr@vmr.foTak niður
~ 26 17817 9 Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Kommunustýri 3847487 1 0