Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í Lov nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, sum seinast broytt við lov nr. 2229 frá 29. desember 2020
Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sent til ummælis: "Forslag til Lov om ændring af udlængingeloven og lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Forlængelse af varigheden af optagelse på den nationale sanktionsliste samt indførelse af krav om og betaling af gebyr for ansøgning om opholds tilladelse som udstationeret efter EU-reglerne om fri udveksling af tjenesteydelser m.v.)"
Talan er um eitt sokallað ”samlelovforslag”, sum bæði inniheldur uppskot um broytingar í donsku útlendingalógini og um broytingar í Lov nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, som ændret ved lov nr. 731 af 25. juni 2014 og lov nr. 2229 af 29. december 2020.
Viðheft til ummælis er tann parturin av ”samlelovforslaget”, sum viðvíkur broytingum í Lov nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse.
Lógaruppskotið inniheldur uppskot um at innføra eina bíðitíð fyri, nær uppihaldsloyvi kann latast samfylgjandi familjum hjá útlendingum við uppihaldsloyvi í Føroyum (høvuðspersónum) vegna arbeiði, lestrarvist, sum gestagranskari, sjálvstøðugur vinnurekandi ella prædikari v.m. Skotið verður upp, at bíðitíðin verður 3 ár.
Kravið um, at familjan skal hava búð saman, áðrenn ”høvuðspersónurin” fekk uppihaldsloyvi í Føroyum, verður framvegis galdandi. Tað verður eisini framvegis ein treyt, at samfylgjandi familjan býr saman við ”høvuðspersóninum”, tá hon hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum.
Vinnumálaráðið hevur sent lógaruppskotið beinleiðis til ummælis hjá Almanna- og bústaðarmálaráðnum, Almannaverkinum, Barnaverndarstovu Føroya, Fíggjarmálaráðnum, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Gigni, Heilsu- og orkumálaráðnum, føroysku kommununum, Kommunufelagnum, Mentamálaráðnum, Reyða Krossi Føroya, Samverk, TAKS, Undirvísingarstýrinum, Útlendingastovuni og Vinnuhúsinum.
Lovforslag I Ekstern Høring Det Færøske Lovelement