Jacob Vestergaard
Jacob Vestergaard (Fólkaflokkurin) er landsstýrismaður í vinnumálum.
Jacob Vestergaard er av Økrum, føddur tann 7. apríl 1961. Hann er giftur Sólfríð Vestergaard. Tey eiga fýra børn - Jan, Rói, Guðrið og Vár.
Jacob er útbúgvin løgreglumaður.
Jacob var borgarstjóri í Sumbiar kommunu frá 1993 til 2003, og frá 2001 til 2003 formaður í Kommunufelagnum. Jacob bleiv landsstýrismaður fyri fyrstu ferð í 2003, og hevur síðan verið landsstýrismaður í fleiri umførum. Hann varð valdur á Løgting fyrstu ferð í 2008.