Búnaðargrunnurin
Aðalendamálið hjá Búnaðargrunninum er at menna føroyska landbúnaðin. Búnaðargrunnurin veitir stuðul og lán til landbúnaðin, og kann eisini fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina.
Í stýrinum fyri Búnaðargrunnin sita fimm limir. Landsstýrismaðurin velur fýra stýrislimir, har tveir teirra verða valdir eftir tilmæli frá ávikavist Bóndafelagi Føroya og Óðalsfelagnum. Síðan velur stýrið fimta limin og skipar seg sjálvt.