Vinnuframagrunnurin
Endamálið hjá Vinnuframagrunninum - ella Vinnuframa - er at veita fíggjarligan stuðul til nýskapandi vinnuligar verkætlanir, sum skapa eitt meira fjøltáttað og burðardygt vinnulív.
Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarlógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári.
Vinnuframi umsitur eisini stuðulsskipan til skipasmíð.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.vfg.fo