CTD kanning

Føroyingar í Íslandi, sum ynskja at verða kannað fyri CTD, kunnu gera hetta antin á Landssjúkrahúsinum í Reykjavík ella á teirri heilsumiðstøð, teir hoyra til. Tey, ið ynskja at verða kannað á Landssjúkrahúsinum, kunnu bíleggja sær tið á Erfða- og sameindalæknisfræðideild á tel. +354 5435070. Onnur kunnu venda sær til sína heilsumiðstøð. Kunning um CTD og vegleiðing um rannsókn av hesum er send út til allar lækna- og heilsumiðstøðir í Íslandi.

Meira kunning um CTD finst á Heilsumálaráðnum.