Uttanríkishandil

Útflutningur er grundarlag undir búskapinum og vælferðini í Føroyum. Føroyar hava ein opnan búskap og nógvan samhandil við umheimin. Vit útflyta flestallar vørur, ið vit framleiða, eins og vit innflyta flestallar nýtsluvørur.

Góð handilsviðurskifti við onnur lond eru tískil umráðandi fyri eitt land sum Føroyar og føroyska búskapin.

Síðani 1945, og serstakliga síðani 1970árini, er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein liður í hesu búskaparligu altjóðagerðini er ein handilslig frælsisgerð millum lond.

Í kjalarvørrinum av samráðingum í GATT (General Agreement on Tariffs and Trade) frá 1948, og síðan 1995 í WTO (World Trade Organization), er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Henda gongdin hevur merkt, at handilsforðingar eru beindar burtur, og at eitt nú tollur á vørum er lækkaður. Kring heimin og í heimspørtum eru sáttmálar gjørdir og felagsskapir settir á stovn við tí endamáli at beina forðingar í samhandlinum burtur. Dømi um hetta eru ESEFTANAFTA og ASEAN.

Rákið seinastu nógvu árini hevur verið, at handilsforðingar millum lond ikki bert snúgva seg um toll og kvotur, men eisini um fleiri onnur sløg av handilsforðingum. Tøkniligar forðingar, standardisering, handil við tænastum og heilsufrøðilig viðurskifti eru týðandi partar av samstarvinum millum lond.

Íslandssáttmálin og samstarvið millum Føroyar og ES mynda hetta rák. Føroyar eru eitt nú partur av heilsufrøðiliga samstarvinum í ES og gjørdust í 2005 partur av evropeiska samstarvinum um upprunareglur (Pan-Euro-Med).

Handilssáttmálar
Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið, Turkaland og EFTA-londini Ísland, Noreg, Sveis og Stóra Bretland.

Hugsjón Føroya á handilsøkinum er fríhandil í víðastu merking. Hetta er grundarlagið í Íslandssáttmálanum, ið beinir allar handilsforðanir burtur, tá ið tað snýr seg um vørur, kapital, tænastur og fólk - tey sonevndu fýra frælsini.

Sáttmáli Føroya við ES frá 1996 er fríhandilssáttmáli fyri vørur, ið loyvir ídnaðarvørum frítt at fara millum partarnar báðar, meðan tað eru avmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Føroyar hava at kalla veitt ES fullkomnan fríhandil (seyðakjøt og mjólkaúrdráttir undantikið), meðan tað eru avmarkingar fyri føroyska útflutningin til ES.

Síðani Føroyar á fyrsta sinni í 1991 fingu fríhandilssáttmála við táverandi EF, hevur gongdin kortini verið, at færri og færri handilsforðingar eru.

Yvirlit yvir fiskavørur, sum sleppa tollfríar á ES marknaðin sæst her.

Handilssáttmálar Føroya við EFTA londini Noreg og Sveis eru frá fyrst í 1990árunum, og fevna eins og handilssáttmálin við ES bert um vørur.

Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir áhaldandi fyri at betra um marknaðaratgongdina fyri vinnulívið og gera handilssáttmálar við onnur lond. Hetta verður gjørt í tøttum samskifti við vinnuna. Samskifti er í løtuni við fleiri lond kring heimin um tættari handilssamstarv.

Nærri upplýsingar um fríhandilssáttmálar Føroya fáast við at venda sær til Uttanríkistænastuna í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Upplýsingar um tollviðurskifti fáast frá TAKS.