Djór og djóravernd

Uttanríkis- og vinnumálaráðið varðar av lóggávuni, sum viðvíkur djórum - bæði djórasjúku og djóravernd. Ráðið varðar eisini av hundalógini.

Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur djórasjúkulógina, eins og reglurnar um innflutning av djórum. Djóraverndarmál eru politimál, og tað er politiið, sum í fyrstu atløgu viðger mál um djórapínslu og djóravernd.