Búagrunnurin

Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.

Grunnurin er skipaður við viðtøkum, góðkendar av forsætismálaráðnum í 1952, og teir fimm nevndarlimirnir verða valdir sambært hesum viðtøkum. Aðalstjóri Vinnumálaráðsins er formaður grunsins og stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum er næstformaður. Hinir limirnir verða valdir av landsstýrismanninum.

Samband fæst við at venda sær til formannin, Herálv Joensen, á telefon 556090 ella við telduposti til heralvurj@uvmr.fo